Dømdi maðurin latin leysur

Dømdi maðurin latin leysur
Eystari landsrættur hevur staðfest úrskurðin hjá Føroya rætti um at leyslata mannin, meðan hann bíðar eftir at sita dómin
Maðurin, sum er dømdur fyri kynslig brotsverk, er latin leysur, meðan hann bíðar eftir at sleppa at sita dómin
 
03.06.2021 - 09:49

17 ára gamli maðurin, sum mánadagin fekk 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri nøkur kynslig brotsverk, er latin leysur.

Eystari landsrættur staðfesti í gjár úrskurðin hjá Føroya rætti um at leyslata mannin, meðan hann bíðar eftir at skula sita dómin.

Ákæruvaldið vildi hava mannin í varðhaldinum, meðan hann bíðaði.

Men tað vildi hvørgin rætturin.

Orsøkin er, at hann er so ungur, og revsingin, sum hann fekk, rættvísger ikki framhaldandi varðhald.

Maðurin fór í varðhaldið 11.apríl.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115