Mladic fær endaligu revsingina í dag

Mladic fær endaligu revsingina í dag
Fyrrverandi herleiðarin er dømdur lívlangt fongsul, men hann kærdi dómin
Ratko Mladic fær endaligan dóm í ST-kærudómstólinum í Haag seinnapartin
 
08.06.2021 - 11:45

ST-kærudómstólurin í Haag kunnger í dag endaliga dómin í málinum móti fyrrverandi bosniskt-serbiska herleiðaranum, Ratko Mladic, sum er dømdur lívlangt fongsul fyri fólkadráp.

Dómarin í kærudómstólinum skal gera av, um 78 ára gamli Mladic skal sita í fongsli restina av ævi síni.

Í 2017 varð hann dømdur lívlangt fongsul fyri fólkadráp, krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini í borgarakrígnum í Bosnia-Hersegovina frá 1992 til 1995. 

M.a. er hann dømdur fyri at hava dripið 8.000 bosniskar dreingir og menn í Scrbrenica.

"Slaktarin úr Bosnia"

Mladic var róptur "Slaktarin úr Bosnia", m.a. tí hann gav boð um hópdrápið í Srebrenica í 1995 og at herseta Sarajevo í 40 mánaðir.

Dómarin fer at lesa dómin upp kl. tvey seinnapartin.

- Her er veruliga talan um stórt rættarmál. Hetta er ein endaleys søga, sum nógv fólk ikki væntaðu fór at enda, men nú endar hon, sigur søgufrøðingurin, Iva Vukusic, á lærda háskúlanum í Utrecht.

Vukusic sigur, at dómurin hevur týdning fyri fyrrverandi Jugoslavia. 

- Hann hevur greiðan boðskap til øll, sum liva í ósemjum, sum t.d. fólk í Sýria, at alt er møguligt, hóast tað tykist vónleyst, sigur hon.

Krógvaði seg í fleiri ár

ST-ákærin, Serge Brammertz, leggur dent á, at dómurin móti Mladic hevur alstóran týdning fyri m.a. mammurnar í Srebrenica, sum hava mist synir og mann.

- Lívið steðgaði tann dagin, tá fólkadrápið hendi, sigur hann.

Ratko Mladic gekk leysur og krógvaði seg í fleiri ár eftir kríggið, men í 2011 varð hann tikin í Lasarevo í Serbia og útflýggjaður krígsbrotsmannadómstólinum í Haag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083