Ever Given verður framvegis hildið aftur

Ever Given verður framvegis hildið aftur
Myndugleikarnir vilja ikki lata skip, farm og manning leys, fyrr enn rokningin fyri at renna á land í Suez-veitini er goldin
Farmaskipið Ever Given stóð fast í Suez-veitini í fleiri dagar. Nú bíðar rokningin
 
11.06.2021 - 15:57

Sitrónir, Ikea møblar og grillir.

Nógvar vørur liggja enn umborð á farmaskipinum, Ever Given, sum tipti Suez-veitina í seks samdøgur í mars mánaði.

Ever Given slapp ongantíð víðari úr Egyptalandi, og liggur framvegis fyri akkeri í Suez-veitini, meðan løgfrøðiliga stríðið um, hvør hevur ábyrgdina av, at Ever Given fór á land, leikar á.

Halda skipinum aftur

Myndugleikarnir í Egyptalandi avgjørdu at halda skipi, manning og farmi aftur, so leingi rokningin fyri at tippa veitina ikki er goldin, og stríðið millum eigararnar av skipinum, tryggingarfeløg og myndugleikarnar fyri Suez-veitina stendur enn í botni, skrivar the Guardian.

Suez-myndugleikarnir kravdu av fyrstan tíð ikki minni enn 916 mió. dollarar í endurgjaldi, men siga seg nú kunna góðtaka nakað minni - 550 mió. dollarar. 

Sambært The Guardian skulu hetta vera 300 mió. dollarar í bonus fyri at bjarga skipinum, og restin fyri at skaða umdømið hjá Suez-veitini og umvælingar.

Gávumild bót

Jay Sharma, stjóri í tryggingarfelagnum, sum tryggjar Ever Given og farmin umborð, sigur, at hetta kravið er heilt burturvið, tí hóast 800 fólk arbeiddu í seks dagar, eru 300 mió. dollarar ein heldur gávumild viðbót, sum hann tekur til í samrøðuni við The Guardian.

Málið um Ever Given, og hvør hevði ábyrgdina av,  at tað rendi á, kemur fyri í rættinum í Egyptalandi seinni í hesum mánaðinum.

Sigldu ikki eftir umstøðunum

Eigararnir av skipinum vilja vera við, at myndugleikarnir áttu ikki at havt loyvt Ever Given at fara inn í veitina, tí tað var ov nógvur vindur og sandstormur við ringum sýni.  Myndugleikarnir siga, at Ever Given sigldi ov skjótt eftir umstøðunum, og tí hevur skiparin alla ábyrgdina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083