Hungursneyð í Etiopia

Hungursneyð í Etiopia
Talan er um størstu hungursneyðina seinastu 10 árini, sigur ST
Fólk í Tigray-landspartinum í Etiopia eru harðast rakt, tí har hevur kríggj verið í langa tíð millum etiopiska stjórnarherin og frælsisherin í Tigray, TPLF
 
11.06.2021 - 09:11

Í Etiopia hava 350.000 fólk so lítið at eta, at talan er um hungursneyð, sigur ST.

ST sigur seg bera ótta fyri, at nógv fleiri fólk í landinum fara at líða hungur, og at talan er um størstu hungursneyðina seinastu 10 árini.

- Talið av fólkum, sum líða neyð, er tað størsta í heiminum síðani í 2011, tá umleið 250.000 fólk doyðu í hungri í Somalia, sigur hjálparleiðarin hjá ST í Etiopia, Mark Lowcock, sambært Ritzau.

Tað eru fólk í Tigray-landspartinum í Etiopia sum eru harðast rakt, tí har hevur kríggj verið í langa tíð millum etiopiska stjórnarherin og frælsisherin í Tigray, TPLF.

Etiopiska stjórnin hevur ikki góðkent frágreiðingina, sum ST hevur gjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018