Andstøðan: Óvirðiligt at kalla tingið saman

Andstøðan: Óvirðiligt at kalla tingið saman
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn heita á Fíggjarmálaráðið og KAF um at fara til samráðingarborðið alt fyri eitt
Teir tríggir andstøðuflokkarnir siga, at tað er óvirðiligt at kalla tingið saman, áðrenn allir aðrir møguleikar eru troyttir
 
16.06.2021 - 15:20

- Landsstýrið hevur á ongan hátt prógvað, at alt, sum gerast kann, er gjørt, fyri at finna eina semju við Pedagogfelagið. Tvørturímóti. At tvinga eina lóg ígjøgnum, ið leggur seg beinleiðis upp í trætuna, fer at gera tað munandi truplari at loysa ósemjuna, og tað kann fáa álvarsamar langtíðaravleiðingar og leingja um verkfallið.

Tað siga Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn í almennum skrivi í dag.

Flokkarnir heita á Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið um alt fyri eitt at seta seg við samráðingarborðið.

Óvirðiligt

- At kalla tingið saman, áðrenn allir aðrir møguleikar eru troyttir, er ikki virðiligt. Álvarsama støðan leggur sera tunga ábyrgd á landsstýrið, um at fáa landsstýrismannin í fíggjarmálum at leggja alla orku í at finna eina loysn. At samráðast dag og nátt, til ein loysn fyriliggur, siga Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Ruth Vang.

Formenninir og forkvinnan í teimum trimum andstøðuflokkunum siga, at tað máar undan styrkini hjá fakfeløgunum at leggja seg beinleiðis og miðvíst út í verkfalsrættin, sum landsstýrið gjørdi longu frá fyrsta degi. 

- Hetta er eitt álop á alla fakfelagsrørsluna, ið er ein grundsúla undir vælferðarsamfelagi okkara, stendur í skrivinum frá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037