Russar rósa Putin eftir toppfundin

Russar rósa Putin eftir toppfundin
Russiskir greinarar siga, at Joe Biden nýtti meiri pragmatiskan málburð, enn Moskva er vant við
Vladimir Putin og Joe Biden høvdu sín fyrsta toppfund í Genéve
Mynd: AP  
 
17.06.2021 - 09:17

Í Russlandi verður Vladimir Putin, forseti, róstur eftir toppfundin við amerikanska forsetan, Joe Biden, í Genéve í gjár. 

Varaforsetin í russiska yvirhúsinum, Konstantin Kosatjev, segði í russiskum sjónvarpi í gjárkvøldið, at hann sá fýra ítøkilig avrik: at sendiharrarnir fara aftur til arbeiðis, nýggjar russiskt-amerikanskar samrøður um kjarnorku-avdubbing verða, cyber-trygd og Arktis.

 - Ávíst álit er ment millum okkara lond, og hevði tað álitið ikki verið, hevði tað verið til fánýtis at tosa saman. Hetta er nóg mikið til at siga, at nógv kom burtur úr toppfundinum, segði Kosatjev.

Einki undirskrivað

Ongar nýggjar avtalur ella skjøl vórðu undirskrivað í gjár í Genéve, men londini samdust um at endurreisa álitið á diplomatisku sambondini, sum hevur verið í botni seinasta árið.

Bæði amerikanski og russiski sendiharrin vórðu boðsendir at koma heim, men teir fara nú aftur til verka.

Í Russlandi viðmerkja fleiri greinarar, at Joe Biden nýtti meira pragmatiskan málburð, tá hann tosaði við Putin, enn Moskva er vant við. 

Ábyrgdarblaðstjórin á blaðnum Nezavisi-maja Gazeta, Kontantin Remtjukov, segði í russiskum sjónvarpi, at Joe Biden tosaði um tvey alheimsvald, tá hann kom til Genéve. Og tað er nýtt samanborið við, hvussu tað hevur verið seinastu mongu árini, har USA hevur avtignað Russland til eitt regionalt stórveldi.

Ikki djevul

- Biden ger ikki Putin til djevul. Fyrr lýsti Washington Putin sum óndan, og tey vildu ikki vildu kjakast við hann. Í dag segði Biden, at Putin var ein virðiligur mótpartur, segði Remtjukov.  

Eftir fundin skipaði Putin fyri tíðindafundi, har hann út í æsir greiddi frá, hvat tosað varð um á fundinum.

Hann nevndi eitraða andstøðupolitikaran, Aleksej Navalny, sum situr í fongsli. 

Putin segði, at Navalny lurtaði ikki eftir krøvunum frá russisku myndugleikunum, tá hann lá á sjúkrahúsi í Týsklandi.

Men, sum Putin plagar, so kveistraði hann burtur allar atfinningar um demokratiskar skeivleikar, cyber-álop og álopini á Ukraina, skrivar Yle.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083