Fimm tilburðir í gjár

Fimm tilburðir í gjár
Nú eru 10 fólk smittað av koronu
462 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið.
 
20.06.2021 - 14:31

Fimm smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Trý teirra fingu staðfest smittuna, tá tey komu til Føroya. Ein tilburður er partur av kendari smittuketu, men tað ikki er greitt, hvussu eitt fólk er smittað. 

462 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og nú eru gjørdar tilsamans 297.839 kanningar.

Í løtuni eru 10 fólk smittað av koronu, og 39 fólk eru í sóttarhaldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723