Mikkjal í fýra ár afturat

Mikkjal í fýra ár afturat
KÍ-venjarin, Mikkjal Thomassen, hevur skriva undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi til og við kappingarárið 2025
Mikkjal Thomassen skal venja Betri-liðið hjá KÍ til 2025
 
23.06.2021 - 20:49

Mikkjal Thomassen skal stýra KÍ-skútuni til 2025. Felagið boðar frá, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður í kvøld.

Venjarin kom til KÍ í 2014, og við nýggja sáttmálnum kann Mikkjal Thomassen koma upp á 11 ár sum høvuðsvenjari hjá felagnum í Klaksvík.

Hæddarpunktini mugu metast at vera steypasigurin í 2016, FM-heitið í 2019 og evropeiska ævintýrið í fjør, sum endaði við play-off dysti til bólkaspælið í Evropa League.

Í løtuni er KÍ fremst í Betri-deildini við 40 stigum og stevnir ímóti FM-heitinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328