Maður avbardur av fýra monnum

Maður avbardur av fýra monnum
Fýra mans avbardu í gjáramorgunin ein mann so mikið illa, at hann allarhelst hevur brotið síðuna
 
28.06.2021 - 15:14

Tíðliga í gjáramorgunin fekk løgreglan boð um eitt harðskapsmál norðanfyri í landinum, har ein maður varð vorðin avbardur.

Í minsta lagi fýra mans høvdu hølvað ein mann av.

Maðurin hevur allarhelst brotið síðuna, umframt at hann fekk aðrar snuddir.

Hann fór til lækna til kanningar og skal til lækna eina ferð afturat fyri at skjalprógva snuddirnar hann fekk.

 

Møguliga tikið upp á video

Løgreglan veit ikki, hví harðskapsmenninir lupu á hendan eina mannin.

Løgreglan veit, hvørjir teir fýra harðskapsmenninir eru, og fyribils eru teir skuldsettir fyri harðskap. Møguliga tveir aðrir menn eisini vóru við í harðskapinum. Tað kannar løgreglan í løtuni. 

Løgreglan sigur, at tað er ikki óhugsandi, at harðskapurin varð tikin upp á vide, og í hesum sambandi hevur løgreglan tikið fýra fartelefonir, sum skulu kannast.

Er harðskapurin tikin upp, eru tað skerpandi umstøður, serliga um videobrotið er sent øðrum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525