Sveis sendi Frakland úr EM

Sveis sendi Frakland úr EM
Heimsmeistararnir úr Fraklandi eru úti av EM eftir brotssparkskapping móti Sveis, sum skrivaði søgu
Yann Sommer er á veg út at bjarga avgerandi brotssparkinum hjá Kylian Mbappe. Bjargingin sendi Frakland úr EM
 
28.06.2021 - 21:37

Sveis skapti tí heilt stóru EM-sensatiónina, tá Sveis vann áttandapartsfinaluna móti Fraklandi eftir brotssparkskapping. 

Sveis byrjaði dystin nógv betur, og var eisini frammanfyri í hálvleikinum við einum máli, sum Heris Seferovic stútaði í málið eftir eitt frálíkt upplegg av vælleikandi Steven Zuber á vinstra miðvølli. 

Fronsku stjørnurnar sóu groggy og troyttar út, tá tær fóru til hálvleik. Lítið og einki veiggj í, og fáir ella ongir kjansir. 

Sveis brendi brotsspark

Og tíðliga í seinna hálvleiki kundi dysturin í roynd og vera verið avgjørdur, tí í 55. minutti streyk Zuber enn einaferð avstað í vinstru síðu. Komin inn í brotsteigin hjá Faklandi varð hann feldur av Pavard. 

Argentinski dómarin lat í fyrstu atløgu ikki við seg koma, men so fekk hann boð frá VAR, at tað allarhelst var brotsspark, og at hann skuldi fara út til skermin at hyggja. 

Vinstri bakkur Ricardo Rodriguez varð settur at skjóta, men Hugo Lloris bjargaði meistarliga, og brádliga vaknaðu fronsku stjørnurnar. 

Tveir minuttir seinni brodera Kylian Mbappe og Karim Benzema seg ígjøgnum sveisisku verjuna, og Benzema setir bóltin trygt í málið. 

Tveir minuttir seinni er tað Antoine Griezmann og Kylian Mbappe sum brodera seg ígjøgnum, men Yann Sommar bjargaði. Bólturin støkkur til Karim Benzema, ið stútar bóltin í málið. 

Og tá Paul Pogba í 75. minutti bankaði bóltin upp í trýkantin úr 20 metrum, so hildu øll, at dysturin var avgjørdur. 

 

Granit Xhaka gekk á odda

Men Granit Xhaka og hinir hjá Sveis vildu tað øðrvísi, og við ótrúligum vilja eydnaðist teimum at stríða seg innaftur í dystin og skora tvey mál. 

Fyrst var tað enn einaferð Haris Seferovich, ið stútaði eitt frálíkt innlegg frá innskifta Kevin Mbabu í málið. 

Og so var tað Mario Gavranovic, ið sparkaði bóltin sera hegnisliga í málið í 90. minutti. 

Yann Sommer hetjan

Umdysturin gav einki mál, og so endaði dysturin við brotssparkskapping. Allir skjúttarnir sparkaðu bóltin sera trygt í málið inn til Kylian Mbappe, sum tað síðsti franski skjýttin, brendi. Yann Sommer bjargaði væl.

Harvið hevur Sveis skrivað søgu. Hetta er fyrstu ferð, at Sveis spælir seg víðari til eina fjórðingsfinalu, har liðið skal møta Spania. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 4. november
Við Tórði á túri í Koltri (2:3)
183097
Mánadag 4. november
Norðurljóð 4.november 2024
182563
Mánadag 4. november
Til lukku HB
183086
Mánadag 4. november
Góðan morgun Føroyar
183037
Mánadag 4. november
Morgunlestur mánadagur 4. november 2024
182922
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. november
Við Gutta á fjalli
183008
Sunnudag 3. november
Barnamøtið hjá Heimamissiónini 2024
183007
Fríggjadag 1. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
182920
Fríggjadag 1. november
Veðrið
182950
Hósdag 31. oktober
Kom á val 03
182906