Føroyingar landaðu nógv mest í Íslandi

Føroyingar landaðu nógv mest í Íslandi
Føroysk skip landaðu 25.000 tons av fiski í Íslandi í fjør. Tað eru tveir triðingar av øllum tí, sum útlendsk skip landaðu har
 
29.06.2021 - 10:15

Útlendsk skip landaðu 37.000 tons av fiski í Íslandi í fjør. Av teimum áttu føroysku skip tey 25.000 tonsini. Tað eru tveir triðingar av øllum tí, sum útlendsk skip landaðu har.

Harvið eru føroysk skip tey, ið landa nógv mest í Íslandi. 

Tey landaðu sløk 37.000 tons, sum vórðu landa í Íslandi í fjør, eru stív 32 prosent minni enn í 2019.

Útlendsk skip hava ikki landað minni í Íslandi síðani aldaskiftið, sigur íslendska hagstovan.

Í 2018 landaðu útlendsk skip 130.000 tons í Íslandi.

Besta árið í hesari øldini var 2003. Tá vóru landingarnar 224.000 tons.

Umframt føroyingar eru norðmenn og grønlendingar raskir at landa í Íslandi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860