Fyrivarni fyri føroysk fiskiskip í altjóða sáttmála er tikið av

Fyrivarni fyri føroysk fiskiskip í altjóða sáttmála er tikið av
Í nógvum førum eru føroysku krøvini strangari enn tey, sum Cape Town Agreement ásetur, sigur Sjóvinnustýrið
Sjóvinnustýrið sigur, at tað hevur onga ávirkan á føroysk fiskiskip, nú fyrivarnið er strikað.
 
10.05.2024 - 10:37

Danmark hevur tikið av fyrivarnið um Føroyar um Cape Town Agreement frá 2012, sum ásetur tøknilig krøv til fiskiskip, sum eru longri enn 24 metrar. 

Danmark skrivaði undir sáttmálan í 2015, men tók fyrivarni fyri Føroyum. 

Sjóvinnustýrið hevur greitt mælt til at taka undir við sáttmálanum, og at fyrivarnið viðvíkjandi Føroyum verður strikað. 

Sáttmálin ásetur minstukrøv um tøknilig viðurskifti hjá fiskiskipum.

 

Fær onga ávirkan

Hesi eru longu sett í verk í føroyskari lóggávu. 

Í nógvum førum eru føroysku krøvini strangari enn tey, sum Cape Town Agreement ásetur, sigur Sjóvinnustýrið. 

Tað hevur tí onga ávirkan á føroysk fiskiskip, nú fyrivarnið er strikað.

Í løtuni hava 22 lond, sum umboða 2.718 fiskiskip yvir 24 metrar, skrivað undir Cape Town-sáttmálan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890