Finnur Fríði eitur nú Tróndur í Gøtu

Finnur Fríði eitur nú Tróndur í Gøtu
Ein nýggjur Finnur Fríði verður bygdur á Karstensens-skipasmiðjuni í Skagen í Danmark
Finnur Fríði bleiv verandi í flotanum. Hann eitur nú Tróndur í Gøtu.
 
13.05.2024 - 10:21

Tróndur í Gøtu er aftur í føroyska flotanum, ikki skipið, men navnið.

Tí Finnur Fríði eitur nú Tróndur í Gøtu.

Ein nýggjur Finnur Fríði verður bygdur á Karstensens-skipasmiðjuni í Skagen í Danmark.

Hann kemur til Føroya í summar.

Ætlanin var at selja gamla Finn Fríða. Men eitt gott boð upp á Trónd í Gøtu kom úr Noregi.

Tað var so gott, at hann var seldur, og ikki Finnur Fríði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Skipsboð
216603
Mikudag 18. november
Heilsuhornið
216597
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470