Dagpengar í 12 vikur afturat

Dagpengar í 12 vikur afturat
Nú skulu fólk hava møguleikan at fáa dagpengar í 52 vikur, ætlar landsstýriskvinnan í almannamálum
 
07.07.2021 - 06:36

Frá nýggjárinum fara fólk at kunna fáa dagpengar í 12 vikur afturat.

Nú sigur lógin, at fólk kunnu fáa dagpengar í mesta lagi í 40 vikur í einum 12 mánaða skeiði.

Men nú er gjørt eitt lógaruppskot, sum sigur 52 vikur í einum 18 mánaða skeiði. 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, sum eigur uppskotið, sigur, at ikki er óvanligt, at fólk, sum hava til dømis krabbamein, eru óarbeiðsfør í meira enn 40 vikur, ella níggju mánaðir.

Ætlanin er, at lógarbroytingin skal koma í gildi 1.januar næsta ár.  

 

Endurgjald til avvarandi

Ein onnur broyting, sum er skotin upp, er um endurgjald til teirra, sum ansa eftir avvarðandi.

Sambært galdandi lóg kann hetta endurgjaldið bæði latast eftir dagpengalógini og eftir almannalógini.

Nøkur lúka treytirnar í báðum lógum. Tá skal endurgjaldið latast eftir dagpengalógini.

Hetta kann vera ein vansi, tí tann veitingin er í nøkrum førum minni enn hon er sambært almannalógini.

Eftir uppskotinum um lógarbroyting, skal endurgjaldið latast eftir almannalógini.

Og nýggja pensjónsslagið, framskundað pensjón, verður javnsett við fyritíðarpensjón í dagpengalógini.

Ein onnur broyting er, at fólk, sum hava útsetta fólkapensjón, fáa nú rætt til dagpengar.

Sjálvstøðugt vinnurekandi, sum hava skipað sítt virksemi í einum felagi, kunnu tekna eina trygging hjá Almannaverkinum. 

Men treytin er, at viðkomandi ikki hevur arbeiðsmegi afturat sær. 

Hetta skal broytast, so treytin um arbeiðsmegi afturat stjóranum verður strikað. Lønarútreiðslurnar kunnu nú vera í mesta lagi 1,9 mió. kr.

Almannamálaráðið hevur leysliga mett, at broytingar fara at kosta landskassanum hálvaaðru til tvær milliónir krónur um árið í fyrsta umfari.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904