Boris í sóttarhald

Boris í sóttarhald
Boris Johnson, forsetisráðharri, og Rishi Sunak, fíggjarmálaráðharri, eru farnir í sjálvboðið sóttarhald
 
18.07.2021 - 16:20

Boris Johnson, forsetisráðharri, og Rishi Sunak, fíggjarmálaráðharri, eru farnir í sjálvboðið sóttarhald, eftir at teir hava verið í sambandi við ein, sum er smittaður við korona.
Boris Johnson skuldi upprunaliga havt verið við í eini roynd at kanna seg hvønn dag og fara til arbeiðis sama dag, men tað verður av ongum nú. Hetta fyri at sleppa undan sóttarhaldi. 

 

Lata upp

Boris Johnson og stjórnin hava gjørt av, at Ongland letur uppaftur á midnátt, tá ið flest allar avmarkingar verða tiknar burtur.  Høvuðssjónarmiðið hjá stjórnini er, at rættiliga nógv fólk eru koppsett í Onglandi og at deyðstalið er minkandi millum fólk, sum hava korona. Boris Johnson hevur verið sjúkur av korona og var innlagdur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083