Kúlulaksur úr Russlandi hóttir nú villlaksin í Noregi

Kúlulaksur úr Russlandi hóttir nú villlaksin í Noregi
Kúlulaksurin hevur longu yvirtikið áirnar í Finnmørkini og flytir seg skjótt suðureftir. Nú er hann eisini sæddur heilt suðuri í Oslo-fjørðinum
 
20.07.2021 - 09:35

Kúlulaksur úr Russlandi hóttir nú villlaksin í norsku áunum. 

Summi kalla tað eina umhvørvisvanlukku, og sjálvboðin hava síðstu vikurnar roynt at hildið kúlulaksin burtur frá norsku áunum. Trupulleikin er, at tá kúlulaksurin hevur gýtt, doyr hann og liggur so og rotnar í áunum. Og tað gongur út yvir lívskorini hjá villlaksinum.

Kúlulaksurin hevur longu yvirtikið áirnar í Finnmørkini og flytir seg skjótt suðureftir. Nú er hann eisini sæddur heilt suðuri í Oslo-fjørðinum.

Eldar Berli, sum er aðalskrivari í felagnum hjá norskum veiði- og fiskimonnum, heldur, at tað almenna má taka størri ábyrgd í hesum málinum. Og líkt er til, at tað almenna lurtar.

 

4,7 mió. kr. fyri at steðga kúlulaksinum

Norski veðurlags- og umhvørvismálaráðharrin Sveinung Rotevatn sigur við NRK, at almenni myndugleikin hevur sett tilsamans 4,7 milliónir norskar krónur av til endamálið. Hesir pengarnir skulu brúkast til royndirnar at uppfiska kúlulaksin.

Kúlulaksurin kemur upprunaliga úr Kyrrahavinum, men í 1950-árunum bleiv kúlulaksur settur út við Kola-hálvoynna í táverandi Sovjetsamveldinum. Í 2017 bleiv fyrstu ferð staðfest, at hann elvdi til trupulleikar í Norra.

Lívsskeiðið hjá kúlulaksinum er tvey ár, og hann er upp á tað mesta tað seinna av hesum árunum. Roknað verður við, at í 2023 verður støðan upp aftur verri enn hon er í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581