1125 jólagávur til 105 skip

1125 jólagávur til 105 skip
Føroyska Sjómansmissiónin hevur aftur í ár givið føroyska sjófólkinum jólapakkar 
Torleif Johannesen frá Sjómansmissiónini við jólagávum.
 
23.12.2024 - 11:14

Føroyska Sjómansmissiónin hevur aftur í ár givið føroyska sjófólkinum jólapakkar. 

Pakkarnar hava sjómanskvinnuringar kring landið og onnur latið fyri at gleða sjófólkið.

Fyrstu pakkarnir vóru latnir skipum fyrst í november og seinastu 20. desember.

Tilsamans eru 1.125 pakkar bornir umborð á 105 skip.

Býtt í bólkar eru 69 pakkar latnir fiskiskipum, 20 farmaskipum, 6 frálandaskipum í oljuvinnuni, 9 tænastuskipum í alivinnuni, og tveimum vaktar- og bjargingarskipum.

Eini 25 av skipunum verða burtur á jólum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086