Eldgos í Íslandi dálkar lítið ella einki í Føroyum

Eldgos í Íslandi dálkar lítið ella einki í Føroyum
Føroyingar nýtast ikki óttast, at íslendsk eldgos geva luftdálking í Føroyum, boðar Umhvørvisstovan frá
Mynd: Savnsmynd  
 
22.07.2021 - 07:00

Eingin óvanlig luftdálking er í Føroyum er í hesum døgum, sigur Umhvørvisstovan.

Sagt hevur verið, at øska frá eldgosinum í Íslandi er komin til Føroya seinastu dagarnar.

Men einki er at óttast, og eingin heilsuvandi er, sigur Umhvørvisstovan.

 

Ikki yvir miðal

Mátingar hjá Umhvørvisstovani vísa, at bitlar í luftini seinastu dagarnar hava verið nakað yvir miðal fyri árið 2021. 

Men tað er vanligt, at fleiri bitlar enn miðal eru í luftini stutt tíðarskeið.

Orsøkin kann vera eldgos, men hon kann eisini vera so nógv annað, til dømis skógareldar ella staðbundin dálking.

 

Undir markvirðinum

Mátingarnar vísa, at bitlatalið tó er langt undir markvirðinum.

Svávulin í luftini fer heldur ikki upp um markvirðið.

Umhvørvisstovan hevur síðan 2014 havt eina skipan, ið støðugt mátar luftgóðskuna.

Skipanin, sum varð fingin til vega eftir gosið av Eyjafjallajökulli í 2010, kann nýtast í tilbúgvingarhøpi, t.d. í sambandi luftdálking eftir eldgos í Íslandi. 

Fólk kunnu kunna seg um luftgóðskuna í Føroyum á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392