Jóhan sendi Danmark í OL-finaluna

Jóhan sendi Danmark í OL-finaluna
Jóhan á Plógv Hansen avgjørdi OL-hálvfinaluna móti Spania, tá hann skoraði eitt avgerandi mál aftur um bakið á sær sjálvum, tá tað restaði ein minuttur av hálvfinaluni
Mikkel Hansen staðfesti við 12 málum í OL-hálvfinaluni, at hann enn er heimsins bestu hondbóltsspælari.
Mynd: DR.DK  
 
05.08.2021 - 14:47

Danmark er aftur í einari OL-finalu.

Hetta er greitt, eftir at Danmark vann ein sannførandi 27-23 sigur á Spania. 

Sigurin í hálvfinaluni gevur danska hondbóltslandsliðnum við monnum møguleikan at endurvinna OL-gullið frá Rio í 2014, tá teir skulu spæla finaluna móti Fraklandi leygardagin klokkan tvey. 

Danmark

Frítekst tagging: 

 

Danmark omaná

Danmark byrjaði væl og var oman á allan dystin - til tíðir við fýra málum -, men kviku sponsku leikararnir góvu ongantíð upp. 

Gonzalo Pérez de Vargas í spanska málinum forðaði fyri, at Danmark stakk av í byrjanini. Uttan málverjan, so vóru spaniólar um ein háls. 

Ferð eftir ferð bjargaði Pérez de Vargas, tá danir høvdu upplagdar málmøguleikar. 

 

Hansen og Landin gingu á odda

Stóru stjørnurnar hjá Danmark vóru Mikkel Hansen, ið skeyt 12 mál, og so Niklas Landin í málinum, sum báðir spældu sín besta dyst í kappingini. 

Serliga Mikkel Hansen vísti, at hann er heimsins besti hondbóltsspælari. Ferð eftir ferð buldraði hann bóltin í málið, og ferð eftir ferð spældi hann sínar viðleikarar fram til fríar málmøguleikar. 

Danmark fór til hálvleiks á odda við fýra málum, 14-10. Serliga danska verjan stóð væl allan dystin. 

Tíverri sløsaði Danmark frá byrjan í seinna hálvleiki, og javnt og samt spældu røsku sponsku spælararnir seg inn aftur í dystin 

Serliga Alex Dujshebaev var nærmast ein einmans-herur fyri Spania. 

 

Jóhan kom inn og avgjørdi

Jóhan á Plógv Hansen sat á bonkinum inn til tað vóru tíggju minuttir eftir av dystinum, tá hann varð sendur á vøllin fyri Lasse Svan, ið júst hevði brent sín triðja opna málmøguleika. 

Og føroyski høgri vongurin á danska landsliðnum fekk ein avgerandi leiklut, tá tað manglaði ein minuttur av dystin.

Jóhan á Plógv Hansen bleiv spældur fríur av Mathias Gidsel, og hóast Jóhan á Plógv Hansen bleiv taklaður, so eydnaðist tað honum at skjóta bóltin í málið aftur um bakið á sær sjálvum. 

Nú skal Jóhan á Plógv Hansen spæla OL-finalu saman við Danmark leygardagin klokkan tvey. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Valkøn: 13. mars
205606
Fríggjadag 13. mars
Vikuskiftið 13 mars 2026
205599
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Fríggjadag 13. mars
Eitt korter við kórtónleiki 10. mars 2026
205581
Fríggjadag 13. mars
Andglettur
205568
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567