Ferðafólk kunnu nú blíva koppsett ókeypis í Føroyum

Ferðafólk kunnu nú blíva koppsett ókeypis í Føroyum
Fólk, sum eru stødd fyribils í Føroyum, kunnu nú fáa ókeypis koppseting, sama, hvussu leingi, tey eru her
 
13.08.2021 - 08:01

Koppsetingar-kunngerðin er nú broytt soleiðis, at eisini fólk, sum eru fyribils stødd í Føroyum, fáa tilboð um ókeypis koppseting

Sambært gomlu kunngerðini, sum fór úr gildi á midnátt, kundu fólk, sum vóru her í minsta lagi í 30 dagar, fáa ókeypis koppseting.

Tey høvdu rætt til tilboðið frá tí, tey høvdu verið í Føroyum í 14 dagar. 

Tilboðið var tó ikki galdandi, um mett varð, at einasta endamálið við uppihaldinum í Føroyum var koppsetingin.

Í kunngerðini stóð eisini, at føroyingar, sum eru í útbúgving uttan­lands, vóru undantiknir kravinum um uppihald í Føroyum í 14 dagar.

Nú kunngerðin er broytt, stendur bara, at tilboð um ókeypis koppseting er eisini galdandi fyri fólk, sum er fyribils  statt í Føroyum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334