Stúrir fyri at al-Qaeda aftur fær valdið í Afganistan

Stúrir fyri at al-Qaeda aftur fær valdið í Afganistan
Bretski verjumálaráðharrin, Ben Wallace, stúrir fyri, at yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda fer aftur til Afganistan
 
13.08.2021 - 14:42

Taleban tekur seg fram í Afganistan, og tað fær bretska verjumálaráðharrin, Ben Wallace, at bera ótta fyri, at Afganistan endar sum eitt "miseydnað land," sum hann málber seg.

Eitt land, ið hvørki sosialt, búskaparliga ella politiskt er ført fyri at standa á egnum beinum.

Tann støðan kann hava við sær, at bólkar sum t.d. al-Qaeda fáa gróðarlíkindi í Afganistan.

 

Aftur til Afganistan

Verjumálaráðharrin útihýsir tí ikki møguleikanum fyri, at Bretland aftur fer at senda herfólk til Afganistan.

- Eg lati allar møguleikar vera opnar, um Taliban aftur fer at hýsa al-Qaeda, ella leypa á vesturheimin, sigur Ben Wallace.

Stjórnin í næststørsta býnum í Afganistan, Kandahar, váttar, at Taliban hevur tikið valdið í býnum.

600.000 fólk búgva í Kandahar, sum fyrr hevur verið háborg hjá Taliban.

AFP skrivar, at stjórnardeildirnar hava tikið seg aftur til ein herstøð uttan fyri Kandahar. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558