Løgmaður fekk ummæli heldur enn tilráðing

Løgmaður fekk ummæli heldur enn tilráðing
Løgmaður fekk ummæli av teimum best skikkaðu umsøkjarunum til starvið sum løgmansstjóri, og ikki eina beinleiðis tilráðing.
 
15.08.2021 - 15:32

10 umsóknir vóru, tá starvið sum løgmansstjóri varð lýst leyst í summar.

Løgmaður er setanarmyndugleiki.

Setanarbólkurin handaði honum ummæli av trimum persónum, og ikki eina tilráðing um, hvønn tey mettu vera best skikkaður til starvið.

Løgmaður setti John Rajani í starv.

- Eg veit ikki, hvør leistur er betur, men sum eg skilji á lagnum, so er tað ikki ein fastur leistur. Í summum førum hava setanarbólkar beinleiðis tilráðingar, men í øðrum førum verða ummæli av persónum latin, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Hann vil ikki siga, hvønn leist hann heldur, at onnur ráð eiga at brúka, tá ið almennir stjórar verða settir í starv.

Fríari ræsur at velja

- Tað er ikki nøkur regla í almennu skipanini um, at tað skal vera ein tilráðing í nummarrøð. Tað ber eisini til at skjóta tey upp, sum hava staðið royndirnar, sum verða framdar í setanartilgongdini.

Við einum ummæli, so stendur setanarmyndugleikin, í hesum føri løgmaður, fríari at velja ímillum persónar, tí tað slepst undan at ganga ímóti einari tilráðing frá setanarbólki, um tað verður mett neyðugt.

Í teimum føri, at tað er komið fyri, er tað ikki altíð farið stillisliga aftur við borðinum.

- Tað er altíð setanarmyndugleikin, sum tekur avgerðina, hvør verður settur í starvið. Setanarbólkurin skal tryggja, at saklig atlit verða tikin, og at tað eru tey, sum eru best egnaði, sum kunnu fáa starvið.

Men nógv fólk kunnu vera skikkað til starvið, men ein setanarbólkur kann halda, at onkur er betur egnaður enn onkur annar. Ger tað ongan mun?

- Tað er sum sagt setanarmyndugleikin, sum avger, hvør fær starvið, og tað skal sjálvsagt vera eftir sakligum atlitum. Viðkomandi skal hava viðkomandi útbúgvingar, arbeiðsroyndir og ta persónligheitina, ið krevst til starvið. Tað skal setanarbólkurin tryggja í setanartilgongdini, og setanarbólkurin kann so gera greitt, hvør er egnaður til starvið, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

John Rajani loysti Marjuna Hanusardóttir av sum løgmansstjóri 1. august.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210