Danir fáa triðja prikið

Danir fáa triðja prikið
Triðja koppsetingin er ætlað fólki, sum hava veika immunverju
 
20.08.2021 - 15:23

Triðja prikið av koppseting fyri koronu verður nú veruleiki í Danmark. Tað upplýsir danska Heilsustýrið.

Heilsustýrið skrivar, at tey í næstu viku koma við mannagongdum fyri endurkoppseting av fólkum, sum hava veika immunverju.

Teirra millum eru fólk, sum eru í kemoviðgerð, hava fingið skift gøgn ella fólk við sjúku, sum gevur teimum álvarsama veika immunverju.

Danska heilsustýrið er eisini vegleiðandi fyri heilsuverkið í Føroym.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026