Jákup Sverri verður starvsvenjingarskip

20.08.2021 - 14:11
AktueltSamfelag
Jákup Sverri verður starvsvenjingarskip
Avtala er gjørd millum Havstovuna og Vinnuháskúlan
Jákup Sverri verður starvsvenjingarskip há aspirantum á Vinnuháskúlanum.
 

Havrannsóknarskipið Jákup Sverri verður starvsvenjingarskip hjá aspirantum á Vinnuháskúlanum, upplýsir Havstovan.

Avtala er gjørd millum Havstovuna og Vinnuháskúlan.

Frammanundan hevur Vinnuháskúlin góðkent m.a. Smyril Line, Skansa Offshore, Thor Offshore og Bakkafrost sum útbúgvingarstøð fyri aspirantar.

- Við avtaluni við Havstovuna verður ein møguleiki aftrat hjá aspirantlesandi at fáa dygdargóða siglingstíð við skipum í serflokki, sigur Símun Poulsen, stjóri á Vinnuháskúlanum. 

Siglingstíð til fyrsta vinnubrævið

Aspirantkunngerðin varð lýst í 2015, og hon gevur lesandi á Vinnuháskúlanum møguleika at fáa siglingstíð til fyrsta vinnubrævið.

- Havstovan vil fegin vera við til at leggja fleiri lunnar undir møguleikarnar hjá aspirantum, sigur Annfinn Hjelm, reiðari á Jákupi Sverra. 

Hann sigur, at tað er sjálvsagt at gagnnýta framkomna skipið til at geva aftur til føroyska samfelagið, og at fáa enn fleiri útbúgvin fólk at søkja sjógvin, skrivar Havstovan.

Havrannsóknarskipið Jákup Sverri siglir eftir ætlan, sum er løgd til rættis fyri eitt ár í senn. Fyribils er ætlanin at hava ein brúgvaaspirant knýttan at skipinum í senn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 4. desember
At leggja hond á er harðskapur
166869
Mánadag 4. desember
Góðan morgun Føroyar 04.12.20.2023
166868
Mánadag 4. desember
Møti: Møti í Betesda í Klaksvík.
166853
Mánadag 4. desember
Morgunlestur mánadagur 4. desember 2023
166845
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. desember
Møti úr Ebenezer
166844
Fríggjadag 1. desember
Veðrið
166815
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740