PAZ hevur fingið tvær Michelin stjørnur

PAZ hevur fingið tvær Michelin stjørnur
Nýggja matstovan við Poul Andriasi Ziska á odda, hevur fyri løtu síðani fingið tvær Michelin stjørnur
16.06.2025 - 19:25

Í dag er triðju ferð at ein føroysk matstova fær altjóða viðurkenningina frá Michelin, og tað er eisini triðju ferð, at tað er við Poul Andriasi Ziska á odda.

KOKS fekk eina Michelin stjørnu í 2017, og matstovan slapp at varðveita hana árið eftir, tá árliga Michelin handbókin varð givin út aftur.
Í 2019 fekk KOKS enn eina stjørnu, og varð hendan varðveitt til juni 2024. Báðar stjørnurnar vóru mistar tá, tí KOKS ikki longur hevði fastan bústað.

Michelin skipanin er nevniliga skipað sum ein ferðahandbók, og stjørnurnar greiða frá hvar bestu matstovurnar í heiminum eru. Uttan bústað ber hetta sostatt ikki til.


Í dag varð tað matstovan PAZ ið fekk henda stóra heiður. Matstovan opnaði í Havn fyri almenninginum 9 apríl, og hevur matstovan sostatt bert verið opin í umleið tveir mánaðir.

Starvsfólkini í matstovuni hava í dag stákast, ímeðan høvuðskokkurin Poul Andrias Ziska er í Danmark, til viðurkenda árliga Michelin tiltakið, har stjørnurnar verða handaðar.

At verða boðin til tiltakið ber við sær, at man kann vera í boðið at fáa stjørnu ella heiður á ymsan hátt, og starvsfólkini hjá PAZ hava tí væntað, at okkurt stórt fór at henda. 

Í innslagi í Degi og viku fylgja vit starvsfólkunum allan dagin, heilt til at tey fáa boðini, at PAZ ikki bara fekk eina, men heilar tvær Michelin stjørnur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493