Seksuelt tilfar av børnum frá vitlíki er revsivert

Seksuelt tilfar av børnum frá vitlíki er revsivert
Seksuelt tilfar av børnum, sum er gjørt við vitlíki, er revsivert í Føroyum
Bjarnir Kárason Petersen, landsstýrismaður
 
16.06.2025 - 18:45

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, sum sostatt er ósamdur við fútanum, sum sigur, at tað ikki er revsivert í Føroyum.

- Eg haldi at tað eigur at vera revsivvert í Føroyum og tað er tíbetur eisini revsivert í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin.

 Hedvig Johansdóttir, aðalskrivari í Barnabata, segði í útvarpstíðindunum í gjár, at tilfar við ágangi móti børnum, sum er gjørt við vitlíki, eigur at gerast revsivert í Føroyum.

Eisini Michael Boolsen, fúti, segði í útvarpstíðindunum 10. juni, at tað í verandi støðu ikki er revsivert í Føroyum

Men landsstýrismaðurin í lógarmálum er ikki samdur í hesum. 

 

1749140

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602