Ríkisfundurin: Føroyar vilja hava størri heimildir í ríkisfelagsskapinum

Ríkisfundurin: Føroyar vilja hava størri heimildir í ríkisfelagsskapinum
Fundurin í Tindhólmi var óformligur, men løgmaður væntar, at meiri ítøkiligt verður at frætta eftir fundin í samstarvsráðnum í morgin
Jens-Erik Nielsen, landsstýrisformaður, Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, á ríkisfundi í Tindhólmi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.06.2025 - 15:45

Teir tríggir stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum hava verið á ríkisfundi í Tindhólmi.

Stjórnarleiðararnir komu aftur til Bíggjar um eitt-tíðina, men Mette Frederiksen, forsætisráðharri, var fámælt. Hon vísi til tíðindafundin, sum verður seinnapartin í morgin, men forsætisráðharrin segði, at fundurin var góður.

 

 

Á veg út í Tindhólm. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Jens-Frederikl Nielsen, landsstýrisformaður, í Bø. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Óformligur fundur

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at fundurin í Tindhólmi var óformligur, men hann greiddi forsætisráðharranum og grønlendska landsstýrisformanninum yvirskipað frá teimum ynskjum, sum Føroyar hava um broytingar í ríkisfelagsskapinum, har serligur dentur verður lagdur á størri uttanríkispolitiskar heimildir.

 

 

Løgmaður í samrøðu við Kringvarpið eftir fundin í Tindhólmi. (Bjarni Árting Rubeksen)

 

Løgmaður sigur, at hann hevur eingi lyfti fingið, men hann væntar, at á fundinum í samstarvsráðnum í morgin verða gjørdar niðurstøður um, hvussu farast skal fram, til tess at Føroyar skulu fáa størri politiskar heimildir í ríkifelagsskapinum.

Í samstarvsráðnum sita teir tríggir stjórnarleiðararnir umframt landsstýrisfólk úr Føroyum og Grønlandi og danskir ráðharrar. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

16062025_Rikisfundur

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Sunnudag 15. februar
Stjørnan í triðja parti
204279