Nú er Fíggingargrunnurin strikaður

Nú er Fíggingargrunnurin strikaður
Grunnurin fór í sjálvbodna likvidatión stutt fyri jól í fjør
Fíggingargrunnurin umsat partapeningin hjá landinum í BankNordik.
 
20.08.2021 - 09:32

Fíggingargrunnurin frá 1992 er nú strikaður í partafelagsskránni. Hann er ikki til longur.

Grunnurin, sum umsat partapeningin hjá landinum í BankNordik, fór í sjálvbodna likvidatión stutt fyri jól í fjør.

Tann likvidatiónin er nú endað.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, segði longu í september í fjør, at Fíggingargrunnurin skuldi takast av.

Landið skuldi síðani beinleiðis eiga partabrøvini í BankNordik. Landið eigur ein triðing í BankNordik.

Partabrøvini

Hvat hendir við partabrøvunum - um tey til dømis verða seld, er ikki avgjørt enn. Men tað verður kannað, segði Jørgen Niclasen í september í fjør.

Og tað verður kannað enn, segði Jørgen Niclasen í farna mánað.

Í seinastu nevndini hjá Fíggingargrunninum vóru Katrin Thorsvig Hansen, Arne Poulsen, Atli Suni Leo, Eli Christiansen og Helga á Borg.

Eli Christiansen var formaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860