Koronukanningarnar hava kostað 30 mió. kr.

Koronukanningarnar hava kostað 30 mió. kr.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fingið 16,5 mió. kr. fyri greiningar, og Thetis hevur fingið 12,6 mió. kr. fyri kanningar og greiningar
Hóast onnur kanna og greina, hevur Sjúkrahúsverkið evstu ábyrgdina av kanningunum.
 
24.08.2021 - 13:35

Higartil hava koronukanningarnar kostað tilsamans umleið 30 milliónir kr., 15 milliónir í fjør og 15 milliónir higartil í ár.

Tað upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu.

Landsstýrismaðurin hevur í svarinum avmarkað kanningarvirksemið til at fevna um tær kanningar, ið Sjúkrahúsverkið hevur skipað fyri.

Av teimum 30 milliónunum, eru 16,5 milliónir kr. fluttar Heilsufrøðiligu starvsstovuni fyri at greina kanningar. 

Thetis fingið 12,6 milliónir

Umleið 12,6 milliónir kr. eru goldnar Thetis fyri greiningar, løn til tey, sum pota, og tilfar til kanningar, t.d. verndarútgerð, potipinngar og gløs.

Haraftrat hevur Smyril Line fingið 900.000 kr. fyri tíðina, tey høvdu tænastuna at samskipa, skipa ferðslu, telefonavgreiðslu og annað fyri sjúkrahúsverkið. 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at  Heilsufrøðiliga starvsstovan greinar framvegis kanningar fyri sjúkrahúsverkið. Men starvsstovan hevur ongantíð gjørt kanningar fyri heilsuverkið, og er heldur ikki spurd um hetta. Hesum parti taka Thetis og Sjúkrahúsverkið sær av. 

Sjúkrahúsverkið ábyrgdina

Thetis greinar umleið helvtina av kanningunum og Heilsufrøðiliga starvsstovan hina helvtin, og samstarvið hevur verið fyrimyndarligt, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum. 

Hóast Sjúkrahúsverkið hevur latið øðrum uppgávuna at gera og greina koronukanningar, hevur Sjúkrahúsverkið evstu ábyrgd av kanningununum, sum verða gjørdar, og tryggjar, at alt fer rætt fram, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í svarinum til Beintu Løwe. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938