Ætlar at hava rottu sum kelidýr

Ætlar at hava rottu sum kelidýr
Málið er avgreitt við at vísa til lógina um umhvørvisvernd
Ein kvinna hevur spurt myndugleikarnar, um loyvt er at fanga eina rottu og hava hana sum kelidýr privat.
 
27.08.2021 - 09:51

Heilsufrøðiliga starvsstovan og Umhvørvisstovan hava avgreitt eitt mál um rottu.

Ein kvinna spurdi fyrr í summar, um loyvt var at fanga eina rottu í náttúrini í Føroyum og hava hana sum kelidýr inni privat.

Sambært lógini um umhvørvisvernd er bannað at ala villa rottu uttan loyvi frá landsstýrinum.

Heilsufrøðiliga starvsstovan sigur, at eingin beinleiðis heimild er at nokta teimum tað, sum vilja hava rottu sum kelidýr.

Men tað er í andsøgn við kunngerðina um rottutýning.

Ramsar

Ketta er eisini komin upp í málið, tí ketta tekur fugl. 

Kettan er afturvendandi spurningur á Ramsar-fundum, sigur Heilsufrøðilga starvsstovan.

Ramsar er millumlanda sáttmáli, sum áleggur limalondunum at verja fugl.

Djórasjúkulógin og lógin um djóravælferð hava eisini verið uppi og vent, nú hesin óvanligi fyrispurningur er viðgjørdur.

Men sambært lógini um umhvørvisvernd er bannað at ala villa rottu uttan loyvi frá landsstýrinum.

Málið er tí avgreitt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028