Afganska stjórnin fall skjótari enn væntað

Afganska stjórnin fall skjótari enn væntað
Bretski uttanríkisráðharrin sigur, at fregnartænastuupplýsingar bendu á, at Taliban fór ikki at taka valdið í hesum árinum
Dominic Raab er bretskur uttanríkisráðharri.
 
04.09.2021 - 10:45

Stjórnin í Afganistan fall nógv skjótari enn væntað.

Upplýsingar hjá bretsku fregnartænastuni bendu á, at stjórnin fór at verða sitandi í hvussu er alt hetta árið, sigur bretski uttanríkisráðharrin, Dominic Raab.

Tí hevði Bretland heldur ikki fyrireikað seg til allan ruðuleikan í kjalarvørrinum av, at Taliban tók høvuðsstaðin Kabul 15. august.

Taka herdeildir aftur

Dominic Raab hevur greitt undirhúsinum frá avgerðini um at taka bretsku herdeildirnar úr Afganistan.

Hvørki USA ella Bretland vóru før fyri at meta um, hvussu skjótt Taliban fór at taka høvuðsstaðin.

Fregnartænastuupplýsingar søgdu, at Taliban fór ikki at taka høvuðsstaðin fyrr enn nakrar mánaðir eftir, at seinastu útlendsku hermenninir vóru farnir úr Afganistan.

Dominic Raab segði, at vesturheimurin var greiður um, at Taliban fór at taka valdið í Afganistan, men tað var óvæntað, at tað hendi so skjótt.

Vilja hava uttanríkisráðharran frá

Andstøðan í bretska parlamentinum hevur heitt á Boris Johnson, forsætisráðharra, um at koyra Dominic Raab frá, tí hann helt frí á griksku oynna Kreta, samstundis sum Taliban nærkaðist Kabul.

Uttanríkisráðharrin sigur, at hann hevur onga ætlan um at leggja frá sær. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985