Tingið viðger arbeiðsmarknaðarmál í dag

Tingið viðger arbeiðsmarknaðarmál í dag
Javnaðarflokkurin skjýtur upp at gera nýggjan almennan lønarstiga og at summarfrítíðin skal vera í minsta lagi seks vikur
Tingfundurin í dag er tann fyrsti, síðani tingið umrøddi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni.
 
07.09.2021 - 09:03

Tingfundur verður í dag klokkan 11.00.

Tá fer tingið at viðgera tvey uppskot um arbeiðsmarknaðarmál, sum Javnaðarflokkurin legði fram á ólavsøku.

Flokkurin vil hava landsstýrið at kanna, hvussu nýggjur almennur lønarstigi kann gerast.

Og hitt uppskotið hjá Javnaðarflokkinum er um frítíð við løn. Flokkurin vil hava í minsta lagi seks vikur summarfrí, og at frítíðarlønin verður minst 12 prosent.

Formansskapurin hevur uppskot til samtyktar um at góðkenna ársfrágreiðingina hjá Løgtingsins umboðsmanni furi 2020.

Munnligir fyrispurningar
 
Í morgin eru munnligir fyrispurningar á dagsskránni hjá løgtinginum. Hetta eru fyrstu munnligu fyrispurningar í hesi tingsetuni.

Og tingfundur er eisini hósdagin.

Fyri tingfundin í dag hevur formansskapurin fund um tingarbeiðið í heyst og um eitt skriv frá Løgtingsins umboðsmanni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083