Privatar kanningarstovur fingið 67 milliónir

Privatar kanningarstovur fingið 67 milliónir
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur aftur svarað einum fyrispurningi frá Beintu Løwe, løgtingskvinnu
Privatar kanningarstovur hava higartil fingið góðar 67 milliónir kr. fyri koronukanningar
Mynd: Savnsmynd  
 
08.09.2021 - 14:39

Landskassin hevur higartil goldið privatum kanningarstovum góðar 67 milliónir kr. fyri covid-19- kanningar.

Tað upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu.

Hon hevur fleiri ferðir spurt landsstýrismannin í heilsumálum um hetta málið.

Í desember upplýsti Kaj Leo Holm Johannesen, at tá vórðu rindaðar 28,6 milliónir kr. til privatar kanningarstovur.

Nú er henda upphæddin komin upp á góðar 67 milliónir, sigur landsstýrismaðurin. 

Um mánaðarskiftið varð givist at kanna fólk við landamarkið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542