Fosturtøka eitt av høvðusevnunum í valstríðnum

Fosturtøka eitt av høvðusevnunum í valstríðnum
Stórtingsval verður mánadagin
 
09.09.2021 - 17:01

Val verður í Noregi mánadagin. Og eitt evni, ið fyllir nógv í norska valstríðnum, er markið fyri fosturtøku.

Fleiri flokkar vilja leingja markið fyri fosturtøkum úr 12 upp í 18 ella 22 vikur, skrivar Ritzau.

Sosialistiski Vinstriflokkurin vil, at frí fosturtøka skal vera til 22. viku, meðan Arbeiðaraflokkurin vil, at markið skal vera 18 vikur.

Í dag kunnu kvinnur í Noregi fáa fosturtøkur í serligum førum eftir 12. viku, um ein fosturtøku-nevnd góðkennir fosturtøkuna.

Fosturtøkunevndina vilja Sosialistiski Vinstriflokkurin, Arbeiðaraflokkurin, Tey Grønu og Vinstri taka av.

Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, heldur, at verandi lóggáva er góð, men hon er sinnað at kjakast um leiklutin hjá fosturtøkunevndini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558