Nokk av koppingarevni

Nokk av koppingarevni
Framleiðslan er so stór, at nokk er til allan heimin, sigur umboð fyri størstu heilivágsfyritøkur í heiminum
 
09.09.2021 - 08:53

Áðrenn árið er liðið, er nóg mikið at koppingarevni fyri korona, til øll fólk í heiminum.

Tað sigur áhugafelagið, IFPMA, sum umboðar flestu av teimum størstu heilivágsfyritøkunum í heiminum.

Mett verður, at 12 milliardir skamtir verða tøkir í ár, eru boðini frá felagnum.

Fá koppsett í Afrika
Hóast ríku londini velja at koppseta øll yvir 12 ár, so verða 1,2 milliardir skamtir tøkir, sum kunnu býtast millum onnur lond, skrivar metingarfyritøkan, Airfinity.

- Tað merkir eisini, at stjórnir, sum royna at goyma heilivág, ikki hava fyri neyðini at gera tað, sigur aðalskrivari í IFPMA, Thomas Cueni.

Umleið 70 prosent av fólkinum í ríku londunum er koppsett, men í Afrika eru bert um seks prosent av fólkinum koppsett, skrivar DR.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558