- Tíðindi, mentan og ítróttur
20 ár síðani 9/11 yvirgangsálopini

Í dag - 11. september 2021 - eru 20 ár liðin síðani yvirgangsálopini í New York, Washington og Pennsylvania.
Fýra flogfør vóru rænd hendan dagin fyri 20 árum síðani. Tvey av teimum flugu inn í World Trade Center, eitt fleyg inn í amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, og eitt fjórða flogfar, sum eisini skuldi brúkast til yvirgang, datt niður í statinum Pennsylvania, tá ferðafólk umborð royndu at taka yvirgangsmenninar av ræði.
Minnishald verða í fleiri býum í USA í dag, og í New York verða nøvnini á øllum teimum, sum lótu lív í atsóknini lisin upp.
Amerikanski forsetin, Joe Biden, vitjar saman við forsetafrúuni øll trý støðini og verður við í minnishaldunum.
Tað var yvirgangsbólkurin Al-Quaeda, sum tók ábyrgdina fyri álopini 11. september. Nærum 3000 fólk lótu lív.


























