Umstrídd gassleiðing liðug

Umstrídd gassleiðing liðug
Umstrídda gassleiðingin millum Russland og Týskland, Nord Stream 2, er nú liðug. Tað skrivar russiski stjórnarmiðilin RT
Mynd av gassleiðingini Nord Stream 2
Mynd: Savn  
 
11.09.2021 - 12:32

Verkætlanin, sum merkir, at gass verður flutt beinleiðis millum Russland og Týskland, skal nú royndarkoyrast í nakrar vikur. Eftir ætlan verður gassleiðingin tikin í brúk í oktober mánaði.

Russiska orkufelagið Gazprom eigur ein stóran part av partabrøvunum í Nord Stream 2. Og tað er russiski staturin, sum eigur Gazprom.

Gassleiðingin hevur verið nógv umstrídd seinastu árini, og amerikanska stjórnin hevur fyrr boðað frá, at hon ætlar at seta tiltøk í verk ímóti leiðingini, tí amerikanarar stúra fyri, at Evropa verður ov heft av gassi úr Russlandi.

Danska orkustýrið sigur, at umleið 55 milliardir rúmmetrar av gassi fara at floyma gjøgnum nýggju gassleiðingina um árið, úr Russlandi til Týsklands

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659