Vil hava Muhammed-tekningarnar í skúlarnar

Vil hava Muhammed-tekningarnar í skúlarnar
Danski flokkurin SF vil hava, at skúlar í Danmark skulu hava møguleika fyri at brúka nógv umrøddu Muhammed-tekningarnar sum undirvísingartilfar
Pia Olsen Dyhr, forkvinna í danska flokkinum SF.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
11.09.2021 - 17:20

Danski flokkurin SF - Sosialistiski Fólkaflokkurin - vil hava, at skúlar í Danmark skulu hava møguleika fyri at brúka nógv umrøddu Muhammed-tekningarnar sum undirvísingartilfar.

Tað segði forkvinnan í SF, Pia Olsen Dyhr, á landsfundi hjá flokkinum í dag.

Í oktober mánaði er tað eitt ár síðani, at franski lærarin, Samuel Paty, varð myrdur, tí hann hevði víst næmingum sínum Muhammed-tekningarnar í einum skúlatíma.

- Herheima eru tað danskir lærarar, sum ikki tora at brúka Muhammed-tekningarnar í undirvísingini, tí tey stúra fyri egnari trygd.

- Vit kunnu ikki lata yvirgangsmenn seta markið fyri okkara frælsi, sigur Pia Olsen Dyhr.

DF - Danski Fólkaflokkurin - vil hava, at Muhammed-tekningarnar gerast ein kravdur partur av undirvísingini. So langt fer SF ikki.

- Tilfarið skal vera har, um ein lærari vil brúka tað í undirvísingini. Og tá er tað fólkatingið, sum hevur gjørt tilfarið og ikki einstaki lærarin sjálvur. Tað vóni eg, fer at gera okkara lærarar tryggar, sigur Pia Olsen Dyhr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210