KOKS varðveitir sínar stjørnur

KOKS varðveitir sínar stjørnur
KOKS endurtekur bragdið og varðveitir stjørnurnar báðar og grønu viðurkenningina, sum tey fingu til Michelin-handanina í fjør
Johannes Jensen, Karin Visth og Poul Andrias Ziska til Michelin-handinina í Tróndheim í 2017
 
13.09.2021 - 20:29

Lítla matstovan Frammi við Gjónna við Leynavatn, sum rúmar umleið 30 fólkum, er aftur í ár heiðrað við tveimum Michelin-stjørnum. Tey varðveita eisini grønu viðurkenningina, sum tey fingu í fjør, fyri at arbeiða burðardygt við mati og matgerð.

Poul Andrias Ziska er høvuðskokkur, Karin Visth er matstovuleiðari, men tey vóru ikki til sjálvt tiltakið í Stavanger í Noreg í kvøld. Koronu-tiltøkini í Noreg loyva ikki hesum og tí varð tiltakið sent beinleiðis á netinum.

- Øll 18 árini, eg havi verið í vinnuni, er hetta er eitt tiltak, sum eg altíð havi glett meg til. Eg havi altíð droymt um at vera partur av, at verða partur av Michelin-familjuni og teljast millum hesar fantastisku matstovurnar. Í 2017 fingu vit so fyrstu stjørnuna og í 2019 fingu vit tvær. At vit varðveita hesar og grønu viðurkenningina, vit fingu í fjør, er ein stór viðurkenning av allari orkuni og arbeiðinum, sum so nógv fólk leggja í matstovuna.  Poul Andrias og eg, men eisini restin av toyminum, fólkini aftanfyri, veitarar og ikki minst okkara gestir. Tí eru vit so takksom og gleða okkum til enn eitt ár í yvirlitinum hjá Michelin, sigur Karin Visth, matstovuleiðari.

- Vit hava ongar ábendingar fingið um, at vit fóru at missa eina stjørnu ella fáa eina aftrat. Tí fegnast vit um úrslitið í kvøld, sum vit bæði høvdu vónað og eisini væntað, sigur Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur.

Altjóða yvirskriftin eftir tiltakið í kvøld er annars, at danska matstovan Noma loksins fekk tríggjar stjørnur. Tað er tað mesta, sum ein matstova kann fáa.

Søllerød Kro í Danmark, har Jan Restorff er matstovuleiðari, varðveitir sína stjørnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871