ES mótmælir makrelsemjuni

ES mótmælir makrelsemjuni
Vandi er fyri, at makrelstovnurin fer heilt fyri skeytið, tí fiskað verður alt ov nógv, sigur ES
Sambært semjuni kunnu tey fýra londini fiska 299.000 tons í 2026.
Mynd: Savnsmynd  
 
26.12.2025 - 14:53

ES hevur mótmælt makrelsemjuni, sum Bretland, Noregur, Ísland og Føroyar hava gjørt.

ES vil vera við, at setur makrelstovnin í Norðuratlantshavi, sum longu nú er minkandi, í vanda. 

Og ES-nevndin sigur, at semjan var gjørd uttan at tosað var við ES. 

Sambært semjuni kunnu tey fýra londini fiska 299.000 tons í 2026.

Hetta eru 72 prosent meira enn fiskifrøðingar siga er ráðiligt. 

Vandi er fyri, at makrelstovnurin fer heilt fyri skeytið, tí fiskað verður alt ov nógv, sigur ES.

Í Fraklandi fýlast fiskimenn á, at tey fýra londini í makrelsemjuni kunnu útflyta fiskavørur til ES.

Tað er kappingaravlagandi, siga teir.

Eisini í Íslandi er stór miðnøgd við makrelsemjuna, tí sagt verður, at Ísland hevur fingið ov lítið í sín part.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655