- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja eftir sjey kommunulæknum

Heilsutrygd roynir nú aftur at fáa fólk í fast kommunlæknastarv.
Heilsutrygd søkir eftir fólki til sjey kommunulæknastøv í fimm læknadømum.
Í Norðoya læknadømi er eitt starv, tvey í Suðuroyar læknadømi, tvey í Skálafjarðar læknadømi, eitt í Vestmanna læknadømi og eitt í Suðurstreymoyar læknadømi.
Umsóknarfreistin er til 27.september á middegi.
Strilti at fáa kommunalæknar í fast starv
Tað gongst illa at fáa fólk í fast kommunulæknastarv í Føroyum.
Eingin søkti um tey seks kommunulæknastørvini, sum vórðu lýst leys í mai í ár.
34 kommunulæknaviðtalur eru í Føroyum.
Har eingin kommunulækni er í føstum starvi eru avloysarar.
Heilsutrygd arbeiðir við einari ætlan um tríggjar kommunulæknaviðtalur afturat, einari í Havn, einari í Klaksvík og einari í [fulfara] Fuglafjarðar læknadømi.



























