- Tíðindi, mentan og ítróttur
Til reiðar at tosa um lógarbroyting

Umheimurin er á gosið og stríð hevur tikið seg upp innanhýsis millum grindaformenn og grindefelag.
Sambært kanning, sum spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið mánadagin,er meirlutin av føroyingum ímóti at drepa springarar eftir drápið sunnudagin, og í gjár kom løgmaður við fráboðan um, at her mugu broytingar til.
Áðrenn hetta hevði Regin Jacobsen stjóri á Bakkafrost sagt, at hetta kann gerast dyggur smeitur fyri laksaútflutningin.
Tað er Jacob Vestergaard landsstýrismaður í fiskivinnumálum sum skal standa á odda fyri broytingunum, um tær skulu fremjast í grindalógini.
Bárður á Steig Nielsen var spurdur um hetta í Degi og Viku í gjár, men svaraði ikki beinleiðis uppá um semja var innanhýsis í samgonguni um at gera broytingar í grindalógini.
Jacob Vestergaard vil ikki gera samrøðu við útvarpið um møguligar broytingar í grindalógini, men hann sigur í stuttari viðmerking, at hann er til reiðar at tosa um møguligar broytingar innanhýsis í samgonguni, um løgmaður gjarna vil sissa fólk uttanfyri landoddarnar.
Jacob Vestergaard hevur fyrr gjørt greitt, at hann heldur ikki at føroyingar eiga at bakka fyri trýsti uttanfrá.


























