Hægsti oljuprísur seinasta árið

Hægsti oljuprísur seinasta árið
Roknað verður við orkukreppu í Evropa í vetur
Hækkandi prísurin kemur væl við hjá Noregi, tí ikki síðani í 2008 hevur Noreg tjent so nógv upp á oljuna sum nú.
 
27.09.2021 - 09:20

Oljuprísurin hækkar nú aftur, og í morgun verður ein tunna av olju seld fyri 79,5 dollarar. Tað er hægsti prísurin síðani í oktober í 2018, tá prísurin eitt stutt skifti fór upp um 80 dollarar, eftir at USA hevði sett tiltøk í verk ímóti Iran, skrivar Aftenposten.

Roknað verður við eini orkukreppu í Evropa, tí lítið er til av gassi, og tað er uttan iva orsøkin til, at oljuprísurin hækkar.

Í Bretlandi eru flutningstrupulleikar av brennievni, og tað kann hava við sær, at brennievni verður skamtað, vísa norskar metingar.

Noreg forvinnur nógv

Hækkandi prísurin kemur væl við hjá Noregi, tí ikki síðani í 2008 hevur Noreg tjent so nógv upp á oljuna sum nú.

Í august útflutti Noreg olju fyri 32 milliardir kr., og tað er tað mesta síðani í 2008.

Prísurin á olju var 603 kr. fyri tunnuna í august, fyri einum ári síðani var prísurin 392 norskar krónur. Í norsku fíggjarlógini fyri í ár, verður mett, at prísurin fer at vera 578 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595