Ógvislig spreinging í Gøteborg

Ógvislig spreinging í Gøteborg
Millum 20 og 25 fólk eru flutt á sjúkrahús. Fleiri hava fingið álvarsligan skaða
Fleiri av fólkunum, sum eru flutt á sjúkrahús eftir spreingingina í Gøteborg, hava fingið álvarsligan skaða
Mynd: TT  
 
28.09.2021 - 09:55

Ein ógvislig spreinging var í einum íbúðarbygningi í Gøteborg í morgun, og millum 20 og 25 fólk eru flutt á sjúkrahús.

Løgreglan hevur staðfest, at talan var ikki um eina gassspreinging, men at ein lutur var orsøkin til spreingingina, skrivar svenska tíðindastovan, TT. Løgreglan sigur seg ikki kunna siga meir um lutin enn, skrivar tíðindastovan.

Fleiri av fólkunum, sum vórðu flutt á sjúkrahús, hava fingið álvarsligan skaða, upplýsa bjargingarlið, sum eru í økinum miðskeiðis í Gøteborg.

Spreingingin var um fimmtíðina í morgun í bygninginum, sum er í fimm hæddum.

Hvussu nógv fólk eru rakt av spreingini, siga bjargingarfólkini seg ikki vita enn, men talan kann vera um 100 til 200 fólk.

Fólkini, sum eru fingin úr bygninginum, eru savnað í eini kirkju tætt við, og løgreglan er farin at avhoyra fólkini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985