Tilbúgvingarætlan um slopnan alifisk

Tilbúgvingarætlan um slopnan alifisk
Nú skal gerast greitt, hvør hevur ábyrgdina í slíkum førum, stendur í uppskoti frá Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum
Nógvur laksur var í Leynará á sumri 2018, og hildið var, at hetta var alilaksur. Nú skal gerast ein tilbúgvingar um slopnan alilaks.
Mynd: Savnsmynd  
 
07.10.2021 - 10:24

Tað, sum hendi í Leynará summarið 2018, hevur fingið Umhvørvis- og Vinnumálaráðið at gera uppskot um eina tilbúgvingarætlan um slopnan alifisk.

Nógvur laksur var í Leynará á sumri 2018. Hildið var, at hetta var alilaksur.

Alifeløgini kannaðu øll sínar nótir, men funnu einki hol.

Fiskurin illa fyri

Fiskaaling gjørdi kanningar, sum vístu, at talan sannlíkt var um nýliga slopnan alilaks. Fiskurin var illa fyri, og fiskar doyðu í ánni. 

Kanningar staðfestu, at laksurin hevði hjartaklovning.

Hóast ógreitt var, hvør skuldi fáa laksin úr ánni, avgjørdu Havbúnaðarfelagið og tey trý alifeløgini at taka fiskin úr ánni. Sílaveiðifelagið hjálpi teimum. 

Landsdjóralæknin og Umhvørvis- og Vinnumálaráðið samskipaðu tøkuna.

Nú skal gerast greitt, hvør hevur ábyrgdina í slíkum førum.

Jarðareigarar kunnu ikki nokta

Fólk, sum landsdjóralæknin góðkennir, skulu sleppa í vøtn og áir eftir slopnum alifiski. Jarðareigarar kunnu ikki nokta.

Í galdandi lóg eru ongar reglur um skylduna hjá teimum, sum hava aliloyvi, at fáa slopnan alifisk aftur úr áum og vøtnum í teimum førum, tá ikki ber til at staðfesta, úr hvørjum alibrúki, laksurin er.

Endamálið við lógarbroytingini er stutt og greitt at útvega greiða lógarheimild fyri, at í førum, tá alifiskur er sloppin og stendur í áum og vøtnum, og ikki kann staðfestast, hvaðan hann kemur, kann farast í áir og vøtn eftir honum.

Havbúnaðarfelagið og landsdjóralæknin skulu gera eina tilbúgvingarætlan um hetta. Alivinnan skal bera kostnaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096