Fiskimenn í Danmark gevast

Fiskimenn í Danmark gevast
Kreppa er í fiskivinnuni, og nógv skip eru til sølu
Umleið 150 skip og bátar í Danmark eru til sølu.
Mynd: RitzauScanpix  
 
08.10.2021 - 13:48

Kreppa í donsku fiskivinnuni, og tí eru nógv skip til sølu, skrivar danska kringvarpið, DR.

Danskir fiskimenn síggja lítla framtíð í fiskivinnuni, og velja tí at gevast.

Eit av stóru feløgunum, sum fæst við at selja skip, West-Ship Shipbroker Company, upplýsir fyri DR, at umleið 150 skip og bátar eru til sølu, og tað er tvær ferðir so nógv sum í 2018.

- Í løtuni verða skip og bátar í øllum støddum seld, og talan er bæði um eldri og nýggj før, sigur Anders Stenumgaard, stjóri í felagnum, sum harmast gongdina.

Sambært fiskimonnum, sum DR hevur tosað við, er orsøkin, at avtalan um fiskivinnuna, sum ES gjørdi við Bretland eftir brexit, ger tað torført hjá donsku fiskimonnunum at virka, og tí velja teir at gevast, skrivar DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290