Landskassin skyldar fýra mia. kr.

Landskassin skyldar fýra mia. kr.
Skuldin svarar til 18 prosent av BTÚ
Skuldin minkaði meira enn 1,3 milliardir kr., tá eitt lán var goldið aftur í summar.
 
13.10.2021 - 15:53

Landskassin skyldar í løtuni umleið fýra milliardir krónur. Tað svarar til 18 prosent av BTÚ í 2021.

Landskassin rindaði í juni í ár eitt lán aftur upp á 1,35 milliardir krónur, og skuldin minkaði sostatt við hesi upphædd.

Í juni í fjør tók landskassin 1,6 milliardir krónur í láni fyri at tryggja, at peningur var tøkur í sambandi við koronu. Av tí at búskaparliga gongdin í fjør og í ár hevur verið betri enn væntað, var peningur tøkur at rinda skuld niður við í juni 2021, skrivar Landsbankin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083