"Skál" sloppin við á filmsfestivalin í Lübeck

"Skál" sloppin við á filmsfestivalin í Lübeck
Heimildarfilmurin "Skál", eftir Mariu Tórgarð og Cecilie Debell, verður vístur á kenda norðurlendska filmsfestivalinum í týska býnum Lübeck
Dania O. Tausen er høvuðspersónur í heimildarfilminum "Skál", sum nú er sloppin við á filmsfestivlain í Lubeck
Mynd: Skál  
 
13.10.2021 - 18:17

Sterki og nógv rósti danskt-føroyski-heimildarfilmurin "Skál", sum snýr seg um 22 ára gomlu Daniu Tausen, sum er uppvaksin í brøðrasamkomuni á Toftum, men sum fer gjøgnum eina broytingstíð, eftir at hon er flutt til Havnar at lesa, er sloppin við á sterka norðurlendska filmsfestivalin í týska býnum Lübeck, Nordische Filmtage Lübeck

Tað eru tær báðar Maria Tórgarð og Cecilie Debell sum hava leikstjórnað "Skál". 

Umframt at "Skál" verður vístur á norðurlendsku filmsdøgunum í Lübeck, so er filmurin eisini við í kappingini at verða kosin besti heimildarfilmur. Umframt heiðurin, so fylgja eisini 5000 evrir við, sum eru 37.000 krónur, um filmurin vinnur. 

Í fjør var tað  danski heimildarfilmurin um Grønland, "Kampen om Grønland", eftir Kenneth Sorento, sum vann fyri besta heimildarfilm. 

Tað er 63. ferð at Nordische Filmtage verða fyriskipaðir í Lübeck. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887