Føroysk jól langt heimanífrá II: "Jólatræið var eitt kustaskaft"

Føroysk jól langt heimanífrá II: "Jólatræið var eitt kustaskaft"
Alisa Myllhamar Møllvig hevur verið á gátt hjá Anniku Hoydal í Keypmannahavn, og hon minnist serliga væl jólini í Ekvador, tá jólatræið var eitt kustaskaft
23.12.2025 - 21:00

19 ára gamla Alisa Stephansdóttir Myllhamar Møllvig er fødd í Føroyum, men uppvaksin í Keypmannahavn.

Hon hevur sett sær fyri at kanna, hvussu tað er at halda føroysk jól langt heimanífrá. 

Alisa er kendur ungdómssjónleikari í Danmark, og hevur spælt við í eitt nú sjónvarpsrøðunum "Skyldig 2" og "Fyr" og í stuttfilminum "Edge".

 

Á gátt hjá Anniku

Í fyrra partinum í hesini røðini var Alisa til  jólahald í Føroyahúsinum á Vesturbrúgv í Keypmannahavn. 

SÍ EISINI: Føroysk jól langt heimanífrá: Alisa til jólahald í Føroyahúsinum

Nú er Alisa farin á gátt hjá listakvinnuni Anniku Hoydal, sum býr mitt í Keypmannahavn. 

 

Jólatræið var eitt kustaskaft

Annnika Hoydal leggur ikki fingrarnar ímillum, men ásannar ærliga, at hon gongur ikki serliga høgt upp í jólini. 

"Míni jólaminnir eru sera ymisháttað," staðfestir Annika Hoydal, ið er uppvaksin bæði í Føroyum og í Ekvador í Suðuramerika, har familjan búði í nøkur ár. 

Seinni hevur Annika Hoydal eisini búð í Spania og Skotlandi. 

"Í Ekvador hildu fólk, at vit vóru í ørviti. Mamma mín helt fast í, at vit skuldu hava eitt jólatræ, men har vóru eingi jólatrø, en tað var ráð fyri tí. Vit búðu beint við strondina, so vit koyrdu sand í eina spann og settu eitt kustaskaft í. So settu vit stáltráð á kustaskaftið, sum vit brúktu sum greinar, og so kliptu við grannið úr grønum pappíri."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345