Mette við Sjúrð: Spyr Trine

Mette við Sjúrð: Spyr Trine
Danski forsætisráðharrin vísir føroyska fólkatingsmanninum til danska verjumálaráðharran í spurninginum um føroyska havbotnin
Savnsmynd
 
18.10.2021 - 08:38

- Spyr verjumálaráðharran. Hatta er hennara borð.

Tað er stutta svarið, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, fekk frá Mette Frederiksen, forsætismálaráðharra, tá hann spurdi, um hon veit, at landsstýrið og danska verjan skulu geva loyvi til at kanna havbotnin í Føroyum, tá sjókort skulu gerast.

Og Sjúrður Skaale hevur tí spurt verjumálaráðharran.

 

Skulu nú hava loyvi at kanna havbotnin

Føroyski fólkatingsmaðurin spurdi eisini Trine Bramsen, verjumálaráðharra, herfyri, hví tey, sum ætla at gera mátingar til sjókort í Føroyum, skulu hava loyvi til tess frá donsku verjuni.

Fyritøkan Wikmar í Havn, sum í nógv ár hevur kannað botnin í føroysku firðunum, hevur fingið boð um at burturbeina øll botndata, sum eru løgd út til almenna nýtslu síðani 1.januar 2020. 

 

Føroya sjókort yvirtikið

Men 1. januar 2020 yvirtóku Føroyar sjókort, og nú er kravið, at landsstýrið og danska verjan skulu geva loyvi til slíkar kanningar. 

Lógin krevur tó, at umsókn verður send Umhvørvisstovuni fyrst, um sjómátingar skulu gerast.

Umhvørvisstovan vendir sær síðani til donsku verjuna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375